Søgan

Sandavágs Ítróttarfelag

  

Sandavágs Ítróttarfelag  
  
 Stovnað 1906
 

Sandavágs Ítróttafelag hevur haft stóran týdning í Sandavági. Her hevur størsti parturin av ungdóminum verið limir, og her hava teir havt nógvar av sínum bestu fríløtum, antin á vøllinum ella uttan fyri vøllin.

Eitt felag, sum hevur gripið so djúpt í fólkið, hevur sjálvandi eina áhugaverda søgu.

Gerðabókin fyrstu árini, um 25 ár, annaðhvørt einki nevnir ella ger ógvuliga stutt av, og tí er ringt at skrivað nakað serligt um byrjanina.

Fyrst í 1900 fór Karl Johannesen prestur undir at læra miðvingar at spæla fótbólt á sandinum í MIðvági, og ikki vardi leingi, áðrenn smádreingirnir í Sandavági tóku undir, keyptu sær bólt og fóru at spæla. Høvuðsmenn fyri hesum vóru Thomas Georg Thomsen og Jacob Jacobsen við Ánna. Seinri komu teir vaksnu ungu dreingirnir uppí, og í 1906 varð felagið stovnað og fekk navnið Sandavágs Bóltfelag. Tann fyrsti formaðurin, ið valdur varð, var Peter Elias Petersen.

Leikvøllurin, sum vit kalla Valloyran, var tá ógvuliga illa hóskandi at leika á. Áin, sum rennur omanvið, rann mitt ígjøgnum, og teir fáu, ið stovnaðu felagið, gjørdu eitt stórt arbeiði at fáa hann nýtuligan at leika á.

Valloyran var ikki besti leikvøllurin, tí um veturin, tá spælt varð, kundi áðin leypa, og legði skalvar á hana, og lá hann leingi við lágættarruski og brimi, stóð ósin langa tíð uppi á hálvari Valloyruni. Undir slíkum umstøðum varð farið á sandin at spæla. Venjingin var at byrja við eisini altíð á sandinum. Og mongu kvøldini varð leikt seint út á kvøldi.

Í 1908 spældi Sandavágs Ítróttafelag fyrsta dystin. Spælt varð ímóti Miðvágs Bóltfelag í Miðvági. Úrslitið var stórt tap til Sandavág.

At byrja við varð bert leikt ímóti Miðvági og Sandavágur tapti allar. Síðani vóru øll árini bert leikt í oynni ímóti Miðvági og Sørvági.

Fyrstu ferð, sandavágsmenn vóru av oynni og leiktu var í 1932 ímóti HB í Havn. Tað var eitt samansett lið úr Vágum, sum leiktu. HB vann 2-1.

Búnin var fystu mongu árini hvít troyggja og svartar buksur. Í 1939 varð sett eitt føroyskt flagg í bringuna vinstru megin og SÍF høgru megin.

Tá graslíkisvøllurin kom í 1989, fekk fótbólturin sera góðar umstøður.  At sparka fystu bóltarnar í málið, varð heitt á fyrrverandi formennirnar Niels Marius Petersen, Sigurð Heinesen og J.J. Simonsen.

 

Kappróðurin

Fyrsti róður í Sandavági, ið menn vita um við vissu, var rógvin sum kappróður um aldarskifti – nágreiniligari 1899 – millum eitt nærum aldargamalt tíggjumannafar av Lofti, mannað við miðvingum og sandavágsmonnum, og eitt tíggjumannafar úr Koltri, mannað við skopuningum. Skopuningar vunnu. Orsøkin var, siga menn, at skopuningar høvdu róðurmann og hesir ongan.

Fyrstu ferð sandavágsmenn tóku lut á stevnu var í Vestmanna í 1942. Tveir bátar vóru í at velja.Steigabáturin ”Guli” og áttamannafarið hjá Edvardi á Lofti. Bátarnir vóru roydir , og gekk Loftabáturin skjótari. Teir hildu norð til Vestmanna við honum og bóru sigurin heim aftur við sær. Hvør maður fekk medalju.

Tá Vágastevna – ella Vestanstevnan – kom, kyknaði kappróðrarandin rættiliga. Í 1945 róðu bæði Loftabáturin og gentu- og dreingjabáturin Ørnin.

Í 1955 róði nýggja áttamannafarið Sandavágsbáturin, ið Petur Elias Petersen hevði bygt í heimbygdini.

Í 1951 rør nýggja Ørnin, fyrstu ferð. Petur Elias Petersen hevði eisini bygt hana.

Nýtt róðrarneyst er júst tikið í brúk og hevur hetta skapt munandi og góðar karmar, so eisin róðurin kann mennast aftur í bygdini.

 

Hondbólturin

Í Sandavági tóku nakrar virkisfúsar, ítróttaáhugaðar ungar gentur við Aslaj Thomsen sum formanni, ið fingu gongd á, og lótu stovna hondbóltsfelag um várið í 1938.

Fyrsti dysturin varð leikaður í Sandavági í móti Dúgvuni úr Sørvági, og so aftur annar dysturin í Sørvági. Dúgvan vann báðar dystirnar við einum máli. Triðja dystin, sum eisini var ímóti Dúgvuni vunnu okkara gentur, og eisini fleiri av árunum aftaná bóru okkara oftast sigurin heim. Fyrsti dysturin, í leikt varð av oynni, var longu í 1939, tá farið varð við Hamrabergi heim á Sand at leika. Úrslitið gjørdist 4-4.

Tá ikki bar til at leika á Valloyruni, varð Fløttoyran ella sandurin nýttur sum leikvøllur.

Í 1944 fær hondbóltsfelagið navnið Søljan. Samstundis verður búnin, ið hevði verið svartar brøkur og grástríput troyggja, broyttur til grønar brøkur og gula troyggju.

Í 1948 kemur broyting í viðvíkjandi Søljunevndini. Fyrr hevði henda nevnd av gentum staði púra fyri seg sjálvn, meðan hon nú gongur saman við fótbóltsnevndini, og í felag skipa hesar báðr nevndirnar eina ítróttanevnd fyri alt felagið SÌF. Hetta hevði alstóran týdning fyri ítróttafelagið, tí nú kundi henda nevnd lættari og betri greiða øll felagsmál, sum t.d. fyrireikingar av stevnum, veitslum og móttøku av gestum.

Í 1953 varð fyrsta árið at mannslið tók lut í kapping í hondbólti. Fyrsta dystin vunnu teir. Hesin var leiktur í móti SB og gjørdist úrslitið 6-2.

Sum tiðin gekk og fólk ynsktu betri umstøðu,r aðrar bygdir fingu asfaltvallir at leika hondbólt, so varð eisini stig tikin til at fáa hondbóltsvøll gjørdan við sunnara endan av Valloyruni og hesin varð lagdur við fínum asfalti. Hondbólturin fekk tá munandi betri umstøður.

Tá ítróttahøllin varð bygd, fekk hondbólturin uppaftur betri umstøður, tí nú kundi spælast inni, og í øllum veðir á góðum gólvi.

 

 

Kroppsvenjing felagsins

Við kropsvenjing kann hvør einstakur røkja sín krpp, mýkja liðirnar og styrkja vøddirnar, gerast kimiligur, mennast og úbúgvast til kappingar í ítróttagreinunum – fáa ein høvuðburð og eitt gongulag, sum sømir seg ítróttafólki. Hendan ítróttagrein skuldi verið støðið undir øllum ítrótti.

Hesa hugsan tykjast menn hava havt eisini í Sandavági. Longu um veturin 1933 hevur Jákup Heinesen lærari venjingar í fimleika fyri vaksnar dreingir í gomlu dansistovuni.Amboðini vóru ein mátta, plintur og springsteyrar.

Skiftandi var hvussu fyriskipanin og venjingar vóru gjøgnum tíðina, og av og á kom steðgur í. Helst tí tað væntaðu fólk at taka sær av venjingunum.

Meðan venjingarnar í kropsvenjing vóru um veturin, so varð svimjihylurin nýttur um summarið.

Roynt varð at fáa fólk at læra seg og at økja kunnleikan til hesa týdningarmiklu ítróttagrein.

Fleiri ferðir varð skipað fyri fimleikaframsýningum, bæði inni og úti, eisini á Vágastevnu.

SÍF húsið

Sandavágs Ítróttafelag tók stig til at byggja eitt nýtt felagshús, har bæði skiftingarrúm og felagshølir vóru. Hetta hús, sum í vanligari talu, verður kallað SÍF-húsið, varð tikið í brúk 8 feb. 1986. Við hesum húsið fekk ítrótturin, og serliga felagslívið, munandi betri umstøður, sum vóru tær bestu í oynni tá.

Samstarv við Neskaupstað

Sum eina menning av ítróttalívinum tók Sigurð Petersen í 1968 stig til at fara vitja ítróttafelagið í Neskaupstaði í Íslandi, og spæla dystir ímóti teimum.

Hetta hevur útvikla seg til, at tað hava verið regluligar vitjanir, har stórir hópar frá feløgunum báðum regluliga hava verið og spælt ímóti hvørjum øðrum, bæði í hondbólti og fótbólti, og seinastu árini í flogbólti eisini. Mong vinabond eru knýtt fyri lívið á hesum ferðum og í samstarvi.

Eisini kommunurnar báðar hava knýtt samstarv, sum gjørdist at Sandavágur og Neskaupstaður gjørdust vinarbýir.

Skipanin av felagnum

Sandavágs Ítróttafelag hevur verið skipað við nevndum, sum hava umsitið ítróttagreinarnar, men við felags høvuðsnevnd við formanni fyri alt felagið.

Formenn fyrstu fimti árini:

1906 – 1910 Peter Elias Petersen
1910 – 1917 Petur Heinesen
1917 – 1933 Ingvard Jacobsen
1933 – 1938 J.J. Simonsen
1938 – 1944 J.J. Thomsen (í Haraldstovu)
1945 Jens Pauli Joensen
1945 - Niels Marius Petersen Síðani hesar omanfyri, hava verið fleiri formenn, men tey nøvnini kunnu koma seinni her á.


Skrivað av Petur Elias Petersen, kelda hevur verið minnisritið, ið SÍF gav út á fimti ára stovningarárinum.


Sangur Sigurð Petersen yrkti til minningardagin, tá SÍF bleiv fimmti ár:

Fagnarljóð á minningardegi S.Í.F.s

Megnarmenn tóku fyrsta stigið,
SÍF á stovn varð sett,
síðan ei á láni ligið -
liva hevur hálva øld,
tær nú fagnar mannfjøld.
Fimir menn á vølli leiktu,
unglingar reystir neistan kveiktu -
hildu fram í sama anda,
SÍF var bjargað úr vanda.
Um fótbólt, hondbólt, fimleik við,
Rógving fylkjast lið um lið,
maður, kvinna brøgd at inna,
felag várt má framá vinna -
Ynskja vit, sum tíðir líða,
tær vil fylgja lagnan blíð.

 


 
 
 
 
 

Sandavágs Ítróttarfelag. "SÍF"

Hammershaimbsvegur 8360 SandavágurTlf. 281099