Sandavágs Ítróttarfelag

 
 
Sandavágs Ítróttarfelag  

Stovnað 1906
 
 

Felagslóg fyri Sandavágs Ítróttarfelag.

Gr. 1

Navn felagsins er Sandavágs Ítróttarfelag, stytt S. Í. F. sett á stovn í november 1906.

Høvuðsmál felagsins er at íðka ítrótt, teimum luttakandi til gleði og heilsubótar og samstundis at fremja hollan felagsskap og ala fram framburðsarkenslu limanna millum. Bygdini til æru og prýði.

Gr. 2

Kvinnuhondbóltsdeildin ber heitið Søljan.

Gr. 3

Øll kunnu gerast limir í felagnum. Bert limir ið eru fyltir 14 ár hava atkvøðurætt á fundum felagsins.

Limirnir ábyrgdast ikki fyri fíggjarligu skuld felagsins.

Gr. 4

Limagjaldið skal gjaldast fyri allar ítróttargreinar. Gjaldið verður ásett av nevndini, men skal góðtakast á aðalfundi.

Íðkandi limur, sum er í eftirstøðu, má gjalda limagjald fyri inniverandi ár áðrenn limurin kann halda á við ítróttinum.

Rætt til at møta á aðalfundi og eykaaðalfundi hevur bert limur, ið hevur goldið limagjald fyri farna árið, og ikki stendur í eftirstøðu. Undantiknir eru heiðurslimir felagsins.

Gr. 5

Aðalfundurin er hægsti myndugleiki felagsins í øllum viðurskiftum, og er viðtøkuførur við teimum limum, ið eru á fundi.

Aðalfundur verður hildin í seinasta lagi í mai.

Nevndin kallar inn til aðalfundar við uppsløgum, gjøgnum heimasíðu felagsins ella annan sosialan miðil í minsta lagi 8 dagar fyri aðalfundin. Í innkallingini skal verða sagt frá fundarstaði, -tíð og –skrá.

Mál, sum limir vilja hava til viðgerðar, skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagi 5 dagar undan aðalfundinum.

Skráin fyri aðalfundin skal fevna um:

  •        Val av fundarstjóra
  •        Frágreiðing formansins / nevndarinnar fyri farna árið.
  •        Framløga av roknskapi og fíggjarstøðu til góðkenningar.
  •       Val av formanni, kassameistara,nevndarlimum og tiltakslimum.
  •       Val av grannskoðara.
  •        Innkomin mál.
  •       Ymiskt

 

Fundarstjórin ger av í øllum ivaspurningum á fundinum.

Atkvøðurætt á aðalfundinum hava bara limir, ið kunnu prógva limaskap í felagnum minsta lagi 1 mðr. fyri aðalfundin.

Atkvøðugreiðsla fer fram skrivliga, um ikki aðalfundurin góðkennir annan atkvøðuhátt.

Nevndarlimir verða valdir annaðhvørt ár. Nevndirnar skipa seg sjálvar.

Formaðurin verður valdur fyri eitt tvey ára skeið.

Valdar verða HONDBÓLTSNEVND, KAPPRÓÐRARNEVND og HÚSANEVND sum í minsta lagi eru trýmannanevndir. Tiltakslimir 1-2 verða valdir fyri eitt tvey ára skeið.

Uppskot til viðtøkubroytingar skulu verða nevndini í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin. Minst 2/3 av møttu limunum skulu vera fyri, um broytingin skal vinna frama.

Gr. 6

Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið nevndin heldur tað vera neyðugt ella tá ið limir krevja tað. Mannagongdin á eykaaðalfundi er tann sama sum á ársaðalfundi.

Gr. 7

Felagið verður stýrt av nevndini, ið hevur umsiting og leiðslu felagsins um hendi.

Nevndarfundur skal haldast tá formaðurin ella tveir starvsnevndarlimir ynskja tað. Fundurin er viðtøkuførur tá umboð fyri allar nevndirnar eru møttir. Stendur á jøvnum í atkvøðugreiðslu, er atkvøða formansins avgerandi.

Nevndin kann koyra lim úr felagnum um nevndin metir at limurin við atburði sínum hevur til endamál at spilla út felagið ella nevndir tess.

Gerðabók verður førd fyri aðal- og nevndarfundir.

Gr. 8

Felagið verður teknað av samlaðu nevndini. Til keyp, sølu ella veðseting av føstum ognum krevst aðalfundarsamtykt.

Limir ella nevnd hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum.

Gr. 9

Roknskaparárið er kalendaraárið, tvs. frá 1. januar til 31. desember.

Nevndarlimur hevur rætt til at síggja roknskap og skjøl felagsins.

Gr. 10

Fastar ognir felagsins kunnu ikki veðsetast ella seljast, eiheldur lán upptakast uttan aðal- ella eykaaðalfundarsamtykt.

Gr. 11

Avgerð um upploysing av felagnum, kann bert fremjast á einum aðalfundi, sum er kunngjørdur til hetta endamál. Felagið kann bert verða avtikið um í minsta lagi 2/3 av limunum atkvøða fyri tí.

Um felagið verður avtikið, skal møgulig ogn verða latin bygdini til frama.

Gr. 12.

Hendan felagslóg er viðgjørd og samtykt á aðalfundi 22. mai 2016

Samstundis verða allar aðrar lógir felagsins settar úr gildi.

Fundarstjórin

Sandavágs Ítróttarfelag. "SÍF"

Hammershaimbsvegur 8360 SandavágurTlf. 281099