top of page
image0.jpeg

HONDBÓLTUR

UM HONDBÓLTIN

SÍF, ið er eitt av elstu ítróttarfeløgum í Føroyum, er vælvirkandi og aktivt innanfyri hondbólt. Umsitingarliga verður felagið rikið av sjálvbodnum á einum óløntum grundarlagi. Hervið eru foreldur, ung og aðrar eldsálir við til at tryggja, at børn og ung fáa dygdargóð ítróttarlig tilboð og sosiala samveru í nærumhvørvinum. Hetta skapar góðan trivna og góða heilsu.

Tey síðstu árini hevur SÍF havt løntan venjara til hondbóltin. Kappingarárið 2022/2024 hevur SÍF gjørt sáttmála við danan Stinu Madsen (tlf. 224667), ið kemur at taka sær av U10/12/14.

Í løtuni er meirilutin børn og ung sum spæla hondbólt í SÍF. Tó hava kvinnurnar eisini manna lið hetta kappingarárið.

Hondbóltsnevndin hevur sum mál, at tað er góður trivnaður, hjá teimum sum spæla hondbólt og foreldrum teirra. Harafturat er ynskiligt at talið av íðkandi innan hondbóltin, fer at vaksa tey komandi árini. Hondbóltsnevndin er tí farin undir at gera átøk, sum hava til endamáls, at stimbra áhugan hjá børnum fyri hondbólti.

At fara uttanlands at spæla hondbólt, er sera mennandi ítróttarliga og gott fyri trivnaðin hjá teimum ungu. Í 2019 var SÍF í Hillerød á Hillerød Cup. Túrurin var sera væleydnaður. Ætlanin er at fara á Hillerød Cup 2. Hvørt ár. Vit skuldu havt verið í 2021 og 2022, men vegna Corona kundi hetta ikki lata seg gera. 

bottom of page