top of page
IMG_20210704_175143.jpg

KAPPRÓÐUR

Um kappróðurin hjá Sandavágs Ítróttarfelag (SÍF)

Kappróðurin í Sandavági er í fagrasta blóma, og neystið er tískil miðdepilin fyri fleiri manningum alt árið runt. Róðrarnevndin fegnast um, at fólk støðast so væl í róðrarneystinum í Sandavági. ​Neystið verður brúkt til venjing og at hýsa bátunum hjá felagnum. Virksemi er í neystinum alt árið. Vetrarhálvuna venja okkara innirógvarir, sum luttaka í innandura kappingum, og í januar byrjar venjing fyri manningar, so tey koma í form, áðrenn fari verður í bátanar í apríl. Eisini verður neystið útleigað til holdvenjingar fýra morgnar um vikuna alt árið.

Manningarnar koma tó eisini saman til hugnaløtur og gaman. Nógvir eru aktivitetirnir: venjing, fløskuinnsavnan, hugnakvøld, venjingarlega, svimja á sjónum.

Billede af Marino Bobetic

Við nærleika skapa vit eitt mennandi og fjølbroytt ítróttarligt umhvørvi, sum er tilvitað um einstaklingin og felagsskapin

Síf búmerki.png
Namnlös design (8).png
Namnlös design (6).png
Namnlös design (9).png

sif@sif.fo
hondbolt@sif.fo
rodur@sif.fo

@ 2022 framleitt av BG

bottom of page