top of page
IMG_4125.jpeg

LIMAGJALD

Gerst limur í SÍF

Virksemið hjá Sandavágs Ítróttarfelag verður rikið sjálvboðið, og sum limur hjá Sandavágs Ítróttarfelag hevur tú avgerandi týdning fyri felagið. Limirnir eru grundarlagið undir einum virknum ítróttarfelagi, tí uttan limir er onki felag.

Vit ynskja at skapa eitt enn betur ítróttarfelag. Fyri at røkka hesum máli, hava vit brúk fyri tykkum. Vit vilja bjóða børnum og ungdómi okkara betri umstøður og hentleikar til at íðka hondbólt og rógving. Við at raðfesta børnini og ungdómin kunnu vit saman skapa góðar upplivingar: gleði, felagsskap, avbjóðingar, spenning, avrik og menning.

Tað, at gera nakað fyri felagsskapin, er við til at styrkja sálarligu heilsuna og skapar trivnað fyri einstaka menniskja – hetta er partur av tí, sum ger lívið vert at liva. Hetta fyribyrgir strongd og depressión.

At stuðla SÍF er ikki ein útreiðsla, men ein íløga til títt nærumhvørvið. Eisini er hetta ein íløga í ein felagsskap, sum við stoltleika, roysni og brøgdum umboðar okkara nærumhvørvið.

LIMAGJØLD

SOLEIÐIS RINDAR TÚ LIMAGJALD

Flyt upphæddina á 9181-1537301, viðmerk navn og ítrótt/árgang/hvílandi limur

HONDBÓLTUR

Fyri øll: 500 kr. árliga.

(Øll íðkandi í aldrinum 5-18 ár í Vága kommunu kunnu søkja um frítíðarkortið FRIGG )

KAPPRÓÐUR

Fyri øll: 500 kr. árliga.

(Øll íðkandi í aldrinum 5-18 ár í Vága kommunu kunnu søkja um frítíðarkortið FRIGG )

TRYGD VIÐ AT RINDA LIMAGJALD

Tá tú rindar limagjald, so dekkar tryggingin hjá ÍSF (Ítróttar Samband Føroya), um tú kemur til skaða í ítróttinum.

HVÍLANDI LIMIR

Møguleiki er hjá øllum at stuðla SÍF við at vera hvílandi limur. Her kann mann flyta eina uphædd árliga á konto: 9181-125.597.7. Møguleiki er eisini at biða bankan um at gera fasta flyting til SÍF eina ferð árliga. Viðmerk navn og hvílandi limur.

EINGIN SKAL HALDAST AFTUR AT ÍÐKA VIÐ SÍF

SÍF ynskir ikki at nakað barn skal haldast aftur at spæla hondbólt ella at rógva av fíggjarligum ávum. Tí vil SÍF stuðla teimum familjum sum ikki síggja seg føran at gjalda limagjald. Við at venda sær til formannin Heðin Samuelsen á mail hedin@vaga.fo ella á telefon 794444 kann søkjast um hetta. Umsóknin verður viðgjørd í trúnaði.

Billede af Marino Bobetic

Við nærleika skapa vit eitt mennandi og fjølbroytt ítróttarligt umhvørvi, sum er tilvitað um einstaklingin og felagsskapin

Síf búmerki.png
Namnlös design (8).png
Namnlös design (6).png
Namnlös design (9).png

sif@sif.fo
hondbolt@sif.fo
rodur@sif.fo

@ 2022 framleitt av BG

bottom of page