top of page
KAPPRÓÐUR
Um kappróðurin hjá Sandavágs Ítróttarfelag (SÍF)
Kappróðurin í Sandavági er í fagrasta blóma, og neystið er tískil miðdepilin fyri fleiri manningum alt árið runt. Róðrarnevndin fegnast um, at fólk støðast so væl í róðrarneystinum í Sandavági. Neystið verður brúkt til venjing og at hýsa bátunum hjá felagnum. Virksemi er í neystinum alt árið. Vetrarhálvuna venja okkara innirógvarir, sum luttaka í innandura kappingum, og í januar byrjar venjing fyri manningar, so tey koma í form, áðrenn fari verður í bátanar í apríl. Eisini verður neystið útleigað til holdvenjingar fýra morgnar um vikuna alt árið.
Manningarnar koma tó eisini saman til hugnaløtur og gaman. Nógvir eru aktivitetirnir: venjing, fløskuinnsavnan, hugnakvøld, venjingarlega, svimja á sjónum.
bottom of page